Musikskúlin fær betri umstøður
Musikskúlin fær betri umstøður 19.05.2022 Á fundi í Nes kommunu hin 2. mai samtykti bygdaráðið at taka av tilboði frá byggivirkinum KBH um at umbyggja í 1981-bygninginum í Tofta skúla soleiðis, at Musikkskúlin fær eina nýggja tónleikastovu – ella fýra nýggj venjingarrúm, sum eisini kunnu brúkast í einum til felags venjingar. Í samband við umbyggingina verða eisini aðrar tillagingar gjørdar, eitt nú við nýggjari brandtrappu. Fyrrapartin varð sáttmáli undirskrivaður millum partarnar. Vegna Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og vegna KBH undirskrivaði Helgi Johannesen, stjóri. Teknistovan í Gøtu hevur teknisku umsitingina av verkætlanini, og Steingrund Akustik hevur ráðgivið um ljóðviðurskiftini. Nes Sóknar Musikkskúli er ein musikkskúli, sum Runavíkar kommuna og Nes kommuna eru